Samstarv um upprunareglur

Føroyar gjørdust í desember 2005 formligur partur í skipanini um samsavnan av uppruna, kallaður PEM (Pan-Euro-Med) sáttmálin. Skipanin fevnir um 51 lond, íroknað øll ES londini, EFTA, miðjarðarhavslond og lond í Eysturevropa.

Sambært skipanini kunnu vørur skifta uppruna ímillum tey lond, ið eru fevnd av skipanini. Fortreytin fyri, at ein vøra kann skifta uppruna er, at londini frammanundan hava eina fríhandilsavtalu. Sostatt kann vinnulívið í Føroyum gagnnýta ásetingarnar í PEM sáttmálanum mótvegis 31 londum – teimum 28 ES limalondunum umframt Íslandi, Noreg og Sveis.

Við skipanini ber til at keypa rávøru úr øllum londum í skipanini, tilvirka vøruna og útflyta hana við tí upprunanum, sum stendur fyri størsta virðinum í lidnu framleiðsluni.

Sáttmálin ásetir, hvussu nógv ein vøra skal tilvirkast fyri at skifta uppruna. Skal ein vøra skifta uppruna krevst, at vøran er fult framleidd. Innan framleiðslu av fiskavørum merkir hetta t.d. at fiskur skal verða flakaskorin, royktur ella turkaður. Tað er ikki nóg mikið at frysta, pakka ella góðskuskilja vøruna til tess, at hon skiftir uppruna.

Keypa føroyskir framleiðarar t.d. fisk úr Íslandi og frysta hann, er hetta ikki nóg mikið fyri, at hann skiftir uppruna. Tískil verður fiskurin framvegis mettur at vera íslendsk upprunavøra, tá hann verður útfluttur til onnur lond í skipanini. Tað ber til at nýta vørur úr triðjalondum, sum ikki eru við í skipanini í framleiðsluni. Tó má markvirðið ikki fara upp um 10%; sum meginregla verður hetta roknað eftir virðinum av lidnu vøruni.

TAKS hevur eftirlit við, at treytirnar í sáttmálanum verða fylgdar. Sí: Frumskjal 3 í handilssáttmálanum við ES - Varð samtykt á felagsnevndarfundinum í 2015  

Kunning hjá ES nevndini um skipanina sæst her: The pan-Euro-Mediterranean cumulation and the PEM Convention

Nærri upplýsingar um umsiting og tulking av upprunareglunum fáast við at venda sær til TAKS, ið umsitur skipanina um samsavnan av uppruna í Føroyum.