Avmarkandi tiltøk og havnastongsul fyri skip, sum sigla undir russiskum flaggi

Skip, ið sigla undir russiskum flaggi, ella hava skift russiska flaggið ella skrásetingina til annað flagg ella aðra skráseting eftir 24. februar 2022, hava ikki havt atgongd til føroyskar havnir síðani 5. juli 2022.

Undantakið, sum higartil hevur verið galdandi fyri fiskiskip, er frá 12. juli 2023 broytt soleiðis, at havnastongsulin nú eisini fevnir um fiskiskip, sum ikki fiska sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland.

Fiskiskip, sum sum eru skrásett undir russiskum flaggi, eiga eftir 12. juli 2023 bert at koma í føroyska havn, um tey lúka treytirnar sambært § 26, stk. 4., ella § 26, stk. 7.

Orðingin “Fiskiskapur, sum er heimilaður í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland”  í § 26, stk. 4 fevnir bert um veiðu av tí kvotu av svartkjafti, makreli, norðhavssild og djúpvatnsfiski, sum Føroyar lata Russlandi at fiska í føroyskum sjógvi, umframt veiðu av NEAFC kvotu, sum Russland kann fiska í føroyskum sjógvi. Á heimasíðuni hjá VØRN sæst yvirlit yvir russisk skip, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi.

Loyvd ørindi í føroyskari havn eru umskiping og landing av veiðu frá fiskiskapi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Hesi skip kunnu eisini skifta manning, bunkra, proviantera og keypa vørur, meðan tey eru í føroyskari havn. Veitarar skulu tó tryggja, at talan ikki er um vørur ella tænastur, sum eru fevndar av øðrum ásetingum um avmarkandi tiltøk, sbr. kunngerð nr. 105 frá 23. juni 2022, sum seinast broytt við kunngerð nr. 89 frá 6. juli 2023.

Er eingin veiða umborð og skipið hevur annað ørindi enn at um- og uppskipað, kann talan kortini vera um loyvd ørindi sambært § 26. Í slíkum føri skal fiskiskipið vera til reiðar at upplýsa, hvørji ørindini hjá skipinum eru í føroyskari havn, og hvagar skipið ætlar sær, tá farið verður úr føroyskari havn. Hetta er fyri at staðfesta, um skipið fer til fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Undantak er frá tiltøkunum fyri veitingar og tøkniligan stuðul til fiskiskip, um talan er um fulnað áðrenn 7. oktober 2023 av sáttmálum, gjørdir áðrenn 7. juli 2023. Hetta merkir, at russisk fiskiskip, sum ikki eru á yvirlitinum yvir russisk skip, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, men sum kunnu vísa á slíkan sáttmála, kunnu koma í havn at fáa slíkar veitingar og tøkniligan stuðul fram til 7. oktober.  ES hevur gjørt eina nágreiniliga lýsing av, nær talan er um sáttmálar í sambandi við avmarkandi tiltøk móti Russlandi og Hvítarusslandi, sí s. 18: https://finance.ec.europa.eu/system/files/2023-07/faqs-sanctions-russia-consolidated_en.pdf. Fyri at sleppa í havn eftir undantakinum, galdandi fram til 7. oktober, skal fráboðan sendast til havnamyndugleikarnar og Uttanríkis- og vinnumálaráðið (uvmr@uvmr.fo) í góðari tíð, samstundis sum viðkomandi sáttmáli verður hjálagdur fráðboðanini.

Tá loyvdu ørindini hjá russiska fiskiskipinum eru avgreidd, skulu tey, uttan óneyðugt drál, aftur úr føroyskari havn. Hetta kemst av, at tá fortreytin fyri at koma í havn ikki er aktuell longur, er grundarlagið fyri havnaundantakinum eisini burtur.

Serlig undantøk eru fyri skip, sum av neyð mugu leggja inn í føroyska havn, og sum annars lúka serligu treytirnar fyri undantøkum eftir § 26.