Virkisøki

Føroyar og Ísrael hava strong vinabond, og eru hetta vinabond knýtt gjøgnum árini millum fólk í londunum báðum.

Stovnsetanin av Sendistovu Føroya í Ísrael í 2021 er ein manifestatión av ynskinum hjá Føroya landsstýri um at styrkja samstarvið millum Føroyar og Ísrael á almennum og politiskum stigi.

Føroya landsstýri hevur sum stavnhald at styrkja um samstarvið við Ísrael innan handil, vísind, nýmenning og íverksetan.

Øktur útflutningur av fiskavørum úr Føroyum til Ísrael er eitt stevnumið. At knýta sambond innan mentanarlív í Føroyum og Ísrael er somuleiðis stevnumið.

Virkisøki hjá sendistovuni í Tel Aviv er tí m.a.:

  • at umboða Føroyar mótvegis Ísrael og at røkja føroysk áhugamál í Ísrael
  • at virka fyri góðum sínámillum viðurskiftum millum Føroyar og Ísrael
  • at virka fyri størri og betri kunnleika um Føroyar í Ísrael
  • at veita føroyskum vinnulívi hjálp og góðar umstøður á ísraelska marknaðinum
  • at virka fyri góðari marknaðaratgongd
  • at fremja kunnleika til føroyskt mentanarlívi í Ísrael
  • at veita tænastur til fyritøkur og einstaklingar