Hægri lestur í Bretlandi

Eftir 1. august 2021 verða føroyingar, ið fara at lesa í Bretlandi ikki longur at rokna sum heimalesandi og skulu tí ikki longur gjalda “home fees” men “overseas fees”, eftir somu skipan sum ES og EBS borgarar.

Tey, sum eru farin undir hægri lestur í Bretlandi áðrenn 1. august 2021 kunnu halda áfram undir gomlu skipanini alt útbúgvingarskeiðið. Tó er umráðandi at tey, sum longu lesa í Bretlandi, hava skrásett seg sum búsitandi í Bretlandi undir EU Settlement Scheme innan 30. juni 2021 til tess at varðveita sína støðu sum íbúgvar og sleppa undan at verða roknað sum útlendsk lesandi undir nýggju skipanini.

Uttan bretskan ríkisborgararætt ella ES borgararættindi tryggjað umvegis EU Settlement Scheme er somuleiðis neyðugt hjá føroyingum, ið lesa í Bretlandi, at søkja um visum. Umvegis visum finnarin hjá bretskum myndugleikum her, ber til at lesa um student visa og NHS heilsugjøld.

Nágreinandi vegleiðing er á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni um hægri útbúgvingar í Bretlandi. Eisini er meira kunning at finna her: