Føroyingar, ið flyta til Íslands

Nágreiniligar upplýsingar um sjúkratrygging, skatt, eftirløn o.a. í Norðurlondum eru at finna á kunningartænastuni hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, Info Norden.

Í Íslandi er eitt føroyingafelag, ið javnan skipar fyri hugnaligum tiltøkum. Møguligt er at fáa kunning um eitthvørt og koma í samband við aðrar føroyingar í Íslandi.

Facebooksíðan hjá Føroyingafelagnum eitur “Føroyingafelagið í Reykjavík” og teldupostadressan er foroyingafelagid@gmail.com.

Harafturat er ein facebookbólkur, ið eitur “Føroyingar í Reykjavík”.