Kunning til lesandi í Íslandi

Nógvir ymiskir og spennandi lestrarmøguleikar eru í Íslandi. Heimasíðan Study in Iceland hevur eitt gott yvirlit yvir lestrarstovnar, útbúgvingar og lívið sum lesandi í Íslandi.

Eisini er umfatandi kunning at finna inni á kunningartænastuni hjá Norðurlanda ráðharraráðnum Info Norden

Studni, føroyski stuðulsstovnurin, kann veita holla ráðgeving í sambandi við fyrireiking av lestraruppihaldi í Íslandi, bæði hvat viðvíkur fígging, útbúgvingarstovnum og almennum upplýsingum um Ísland og íslendsku útbúgvingarskipanina, sí her.

Eins og í øðrum Norðurlondum, skulu lesandi ikki gjalda lestrargjald fyri lestur í Íslandi, tó er eitt árligt innskrivingargjald.

Føroysk lesandi kunnu søkja peningaligan stuðul til lesturin í Íslandi gjøgnum SU í Danmark. Her eru upplýsingar, tá søkjast skal um SU.