Uttanríkispolitiska lógin

Uttanríkispolitiska lógin víðkar okkara møguleikar at samráðast okkara egna vegna. 

Uttanríkispolitiska lógin gevur okkum møguleikan at menna ein munandi meira sjálvstøðugan og sjónligari leiklut á uttanríkispolitiska pallinum. Uttanríkispolitiska lógin viðkar okkara møguleikar at samráðast okkara egnu vegna og tað er ikki longur neyðugt at biðja um fulltrú úr Keypmannahavn, tá vit samráðast og gera sáttmálar við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir, tá tað snýr seg um málsøkir, vit sjálvi ráða yvir.

Tað er ikki eitt krav, at danska uttanríkistænastan skal luttaka í samráðingunum, soleiðis sum tað var eftir heimastýrislógini. Mannagongdin var, at danska uttanríkismálaráðið í hvørjum einstøkum føri metti, um tað er í samsvari við áhugamál ríkisins at lata føroyingum samráðingarheimildina, eisini hóast talan var um samráðingar um yvirtikin málsøki. Og tað var eitt krav, at danska uttanríkistænastan skuldi luttaka í samráðingunum. Hesar reglur gjørdu tilgongdina bæði stirvna og tunga. Uttanríkispolitiska lógin ruddar upp í hesum viðurskiftum og føroyska uttanríkistænastan hevur nú beinleiðis diplomatiskt samskifti við aðrar uttanríkistænastur. Hetta er eisini galdandi fyri løgfrøðiliga bindandi skrivligt samskifti millum Føroyar og onnur lond.

Uttanríkispolitiska lógin