Frá apríl til juli verður stórt føroyskt mentanarátak í New York undir heitinum Fog Swept Islands. Átakið verður fyriskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands, í samstarvi við Scandinavia House, ið hýsir tiltakinum.
Scandinavia House
Scandinavia House: The Nordic Center in America er fremsta norðurlendska mentanarhúsið í USA, og húsast á Park Avenue á Manhattan. Húsið lat upp í ár 2000 og hevur framsýningar, tiltøk og annað, ið varpar ljós á norðurlendska mentan.
Fog Swept Cargo
Høvuðstiltakið er listaframsýningin “Fog Swept Cargo – Art from the Faroe Islands”, sum er ein forkunnug framsýning við føroyskari samtíðarlist. Talan er um verk hjá sjey føroyskum listafólkum, ið saman mynda framsýningina. Listafólkini eru: Tóroddur Poulsen, Hansina Iversen, Hanni Bjartalíð, Rannvá Kunoy, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen og Alda Mohr Eyðunardóttir.
Kinna Poulsen hevur kuraterað framsýningina, ið er tøkniliga fjølbroytt við málningum, standmyndum, installatiónum, tekningum, steinprentum og tekstilverkum.
Samansetta framsýningarheitið er um somu tíð sveimandi og ítøkiligt og fevnir um mótsetningar millum aldargamlar, undurvakrar mjørkaoyggjar og modernaða samfelagið við risastórum stálskipum, ið støðugt síggjast í havsbrúnni - fullfermd av fagurlittum bingjum.
Verk hjá eitt nú Listasavni Føroya og Steinprenti vera við á framsýningini, ið letur upp 13. apríl og heldur fram til 6. juli.
Faroe Islands Culture Days
Í døgunum 9. til 21. apríl verða ein røð av føroyskum mentanartiltøkum á skránni í Scandinavia House. Byrjað verður týskvøldið 9. apríl, tá FMX og Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyriskipa móttøku og konsert við Eivør. Eli Tausen á Lava hitar upp. Konsertin er fyri innbodnum og verður í The Cutting Room á Manhattan.
Mikukvøldið 10. apríl skipar Visit Faroe Islands fyri einum gastronomi- og mentanartiltaki fyri miðlafólki og ferðasmiðjum.
Hóskvøldið 11. apríl er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, vertur fyri VIP-døgurða fyri politikarum, embætisfólki, mentanarfólki, diplomatum, føroyskum fyritøkum og teirra samstarvsfeløgum. Ræst fer at borðreiða við einari matarskrá við føroyskum rávørum, og Eivør hevur eina tónleikaframførslu.
Leygardagin 13. apríl letur framsýningin “Fog Swept Cargo” alment upp , har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, ber fram røðu.
Á skránni verður eisini listaprát við Hansinu Iversen, Johan Martin Christiansen og Aldu Mohr Eyðunardóttir, og Kinna Poulsen fer at halda fyrilestur við heitinum “Fog Swept Cargo - on art in the Faroe Islands”
Leygardagin 13. apríl verður eisini heimildarfilmurin “Heartist” um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur, og í samband við sýningina verður listaprát við Sigruna Gunnarsdóttir, listakvinnu, Beintu á Torkilsheyggi, leikstjóra, og Rógva Rasmussen, framleiðara. Tiltakið verður fyriskipað av Filmshúsinum.
Týskvøldið 16. apríl hevur Bergur D. Hansen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya, fyrilestur við heitinum ” The Faroe Islands and the Arcticfication of the North.”
Mikukvøldið 17. apríl og hósmorgunin 18. apríl verður ávikavist alment bókmentatiltak og tiltak fyri innbodnum forløgum, yrkisfólki og fjølmiðlum, sum FarLit fyriskipar. Á skrá eru upplestur, framløgur og bókaprát. Tey sum luttaka eru høvundarnir Bárður Oskarsson, Kim Simonsen, Rannvá Holm Mortensen og Marjun Syderbø Kjelnæs, týðararnir Randi Ward og Matthew Landrum, umframt Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Leygardagin og sunnudagin 20. og 21. apríl er sniðgeving á skránni við eitt nú binding, framsýning, bindiverkstovu og filmssýning um føroyska ullamentan. Sniðgevarnir Einstakt, Shisa Brand, Navia, Steinum, Durita Thomsen og REKA luttaka.
Í sambandi við føroysku mentanardagarnar fer sølubúðin í Scandinavia House at selja føroyskar listalutir og listhandverk frá Østrøm og Steinprenti.
Mentarnarligt samstarv millum Føroyar og USA
Í 2020 varð partalagsyvirlýsing millum Føroyar og USA undirritað. Avtalan skal leggja lunnar undir styrkt samstarv millum Føroyar og USA, innan eitt nú gransking, mentan og vinnu. Mentanarátakið er liður í at birta undir samstarv millum Føroyar og USA innan mentan og kreativar vinnur. Føroyska sendistovan í Washington letur upp í heyst.
Sí meira kunning um Scandinavia House á www.scandinaviahouse.org