19.03.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Kunning um sendifólkaskifti í 2024

Kunning um sendifólkaskifti í 2024

Keypmannahavn
Gunnar Holm-Jacobsen, ið hevur verið stjóri í Uttanríkistænastuni síðani 2013, er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Keypmannahavn. Árini 2008 til 2012 var hann sendimaður í Brússel. Gunnar Holm-Jacobsen avloysir Jóannes V. Hansen, ið hevur verið sendimaður í Keypmannahavn síðani 2019.

Washington
Bjørn Kunoy er tilnevndur sum fyrsta føroyska sendifólk á komandi sendistovuni í Washington DC. Bjørn Kunoy var sendimaður í Moskva árini 2015 til 2018.

Beijing
Áki Johansen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Beijing. Áki hevur síðani 2021 verið sendimaður í Tel Aviv. Frammanundan hevur hann verið sendimaður í London í tveimum umførum -  frá 2008 til 2011, og aftur frá 2015 til 2020. Áki Johansen avloysir Sigmund Ísfeld, ið hevur verið sendimaður í Beijing síðani 2019.

Tel Aviv
Petur Petersen er tilnevndur sum nýggjur sendimaður í Tel Aviv. Hann hevur verið fyrisitingarleiðari í Uttanríkistænastuni síðani 2020. Frá 2015 til 2020 var hann sendimaður í Reykjavík.

-

Tey fýra komandi sendifólkini taka við tann 1. september í ár, og koma Sigmundur Ísfeld og Jóannes V. Hansen tá heimaftur í Uttanríkistænastuna at starvast.

Av teimum seks sendifólkunum, ið eru úti í løtuni, eru tríggjar kvinnur og tríggir menn.