Landbúnaðarpolitikkurin lagdur fram á Búnaðarstevnuni í Klaksvík
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, legði fram uppskot til landbúnaðarpolitikk á Búnaðarstevnuni í Varpinum í Klaksvík leygardagin 17. februar.
Landbúnaðarpolitikkurin er skipaður í fýra høvuðstættir, sum saman leggja lunnar undir burðardyggari menning og trivnað í landbúnaðinum og kring landið alt:
- Betri lønsemi
- Økt matvøruframleiðsla
- Burðardygd
- Vitan, útbúgving og gransking
Átøkini í politikkinum skulu bæði styrkja og menna verandi framleiðsluna og loysa fleiri av teimum stóru avbjóðingunum, sum bøndur hava gjørt vart við í mong ár, eins og politikkurin skal geva amboð til burðadygga nýskapan í landbúnaðinum.
Fleiri av átøkunum eru longu sett í verk. Í næstum verður ein gartnari settur í samstarvi millum Veltuna, Búnaðarstovuna og Grøna Háskúlan.
Gartnarin skal ráðgeva eldsálunum, sum stríðast fyri at velta grønmeti, og eisini taka lut í undirvísingini á Grøna Háskúlanum á Sandi. Harumframt skal gartnarin ráðgeva veltuhugaðum føroyingum kring alt landið, bæði bóndum, sum vilja gera grønmeti til ein part av virkseminum á garðinum, og øllum teimum, sum velta til egna nýtslu, sum ítriv og sum íkast til húsarhaldið.
Hetta samstarvið er eitt týðandi lið í arbeiðnum at menna eitt stórt matmenningarkervi um alt landið í tøttum samstarvi millum vinnuna, einstaklingar, felagsskapir, granskingar- og menningarumhvørvið og almennu fyrisitingina.
Í politikkinum eru eisini átøk til at stimbra eftirspurningin eftir føroyskum matvørum og at betra munandi um atgongdina at føroyskum matvørum umframt onnur átøk, sum skulu betra karmar og kor fyri framburð og trivnað í landbúnaðinum.
Framløgan kann takast niður her