Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur valt Mikael Blak til formann. Hann heldur fram í stýrinum eins og Gunn Hernes.
Nývald eru Elin Brimheim Heinesen og Leivur Thomsen.
FMX fekk eina harða byrjan, fyrsti leiðarin var ikki meira enn byrjaður og hevði, saman við stýrinum, akkurát lagt eitt sera virkið ár til rættis, tá ið alt var stongt av korona.
Tónleikavinnan varð sera hart rakt av avmarkingunum, og FMX gjørdi nógv fyri at hjálpa tónleikarunum og at tryggja at tónleikarar eisini fingu lut í hjálparpakkunum, sum vórðu settir í verk.
Stýrið og leiðararnir, fyrst Fred Ruddick og síðani Glenn Larsen, hava tikið megnartøk fyri at ráðgeva og stuðla tónleikarum, sum vilja røkka útheiminum.
Burtur úr rúgvuni kann nevnast, at:
- FMX hevur skipað fyri fleiri verkstovum við royndum fólkum úr altjóða tónleikavinnuni til tess at brynja føroyskar tónleikarar til altjóða pallin
- FMX hevur gjørt samstarv við PR-feløg á fleiri marknaðum
- FMX er limur í Evropeiska samstarvinum fyri tónleikaútflutningsstovur: European Music Exporters Exchange – EMEE
- FMX virkar somuleiðis fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan limaskap í NOMEX, sum er samstarvið millum tónleikaútflutningsstovurnar í Norðurlondum.
Samstørvini hava ført til, at alsamt fleiri føroyskir tónleikarar hava fingið høvi at luttaka á aljtóða showcasefestivalum. - FMX nýtir eisini hvørt høvið til at bjóða viðkomandi umboðsfólki til Føroya. Tað ger veruliga mun, tá í útlendsk umboðsfólk koma á G!, Sement og ikki minst til FMA – Faroe Music Awards, har ið FMX letur eina serliga útflutningsheiðursløn.
"Eg vil takka Gissur Patursson, sum var fyrsti formaður í tónleikaútflutningsstovuni, og Unn Paturson fyri tykkara stóra og týðandi arbeiði, føroyskum tónleikaútflutningi at frama, og ynski stýrinum, sum nú tekur við, hepna hond í starvinum og blíðan byr", sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.