26.03.2024 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Tíðindafundur um semju um tøkugjøld

Tíðindafundur um semju um tøkugjøld

Boðið verður við hesum til tíðindafund um langtíðarsemju millum samgonguflokkarnar – Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn - og Sambandsflokkin um nýggja gjaldsskipan fyri alivinnuna.

Tíðindafundurin verður í Eysturstovu í Tinganesi í dag, 26. mars 2024, kl. 13:00.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, umboð fyri Sambandsflokkin og fyri samgonguflokkarnar leggja fram, og semjan verður undirskrivað.