Norðurlandasamstarv

Norðurlendska samstarvið er ein av høvuðstættunum í føroyskum uttanríkispolitikki. Norðurlond eru høgt í metum á altjóða pallinum í mongum viðurskiftum, eitt nú viðvíkjandi fólkaræði, vinnulívi, nýhugsan, mentan og umhvørvisvernd.

Føroyar hava drúgvar royndir frá norðurlendska samstarvinum, og hetta hevur gagnað Føroyum fakliga og fíggjarliga. Føroyar fáa høvið at gera sína ávirkan galdandi á høgum, politiskum stigi, og føroysk serfrøði fær møguleikan at gagnnýta norðurlendsk netverk og fígging  á fleiri økjum.

Norðurlandasamstarvið kalla vit tað formliga samstarv, ið fer fram í Norðurlandaráðnum (Nordisk Råd) og í Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd).

Tað er uppgávan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum at tryggja, at føroyska luttøkan í norðurlendska samstarvinum verður so munadygg, sum til ber.

Fjølbroytt samstarv
Bæði stjórnarráð og stovnar í Føroyum eru partar av einum fjølbroyttum og víðfevndum norðurlendskum samstarvi. Tey, ið raðfesta og gagnnýta samstarvið, fáa nógvar ítøkiligar ágóðar burturúr.

Uttanríkis- og mentamálaráðið og stovnar hjá ráðnum hava í nógv ár verið virkin á norðurlendska pallinum. Nevnast kunnu øki sum mentan og list, gransking og hægri útbúgvingar. Mentamálaráðið er umboðað í nógvum av fakpolitiskum nevndum og arbeiðsbólkum. Kendastur man vera Nordisk Kulturfond, sum hevur stuðlað nógvum virksemi í Føroyum gjøgnum árini. Grunnurin letur árliga uml. 30 mió. kr. til 200-250 verkætlanir. Norðurlendsku nevndirnar og virksemið geva bæði vitan, íblástur og faklig netverk. Samstarvið hevur stóran týdning fyri menningina á teimum økjum, sum Mentamálaráðið varðar av.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið luttekur í Nordisk Innovation, sum fæst við at lýsa, greina og stimbra nýskapan í Norðurlondum. Stovnurin gevur javnan út greiningar, frágreiðingar og hugskotsfaldarar um nýskapan, bæði í privatu vinnuni og hjá tí almenna. Stovnurin umsitur stór átøk innan nýskapan, har nú eisini føroyskar fyritøkur og stovnar luttaka.

Heilsumálaráðið er við í NOMESCO-samstarvinum (Nordic Medico-Statistical Committee), sum samskipar norðurlendsk heilsuhagtøl. Føroyar eru eisini við í NORDCAN-verkætlanini, sum er felags krabbameinsskrá hjá almennum norðurlendsku stovunum.

Almannamálaráðið og Hagstova Føroya umboða Føroyar í Nososko (Nordisk Socialstatistisk Komité), sum er týðandi partur av norðurlendska samstarvinum á almanna- og heilsuøkinum. Nososko gevur árliga út eina samanbering av hagtølum og regluverki á almannaøkinum. Almannamálaráðið luttekur eisini í norðurlendska samstarvinum um brek, har uppgávan hjá stjórnarráðnum er at veita ráð um, hvørji brekpolitisk mál skulu takast upp hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Markaforðingarráðið er ein politiskt sett nevnd, sum við heimild frá norðurlendsku stjórnunum skal fremja fría flyting í Norðurlondum fyri einstaklingar og fyritøkur. Markaforðingarráðið varð sett á stovn í 2014, og formansskapurin fylgir formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum

Føroyar hava eitt umboð í Markaforðingarráðnum. Arbeiðið at eyðmerkja og beina fyri markaforðingum millum Norðurlond er virkið og nógvar forðingar eru longu loystar.

(mynd: www.norden.org.)