Sendistova Føroya í Beijing

Sendistovan varð stovnað í 2019 í Beijing. Hóast hon er staðsett í kinverska høvuðsstaðnum, fevnir hennara virkisøki ikki einans um mikla Ríkið í Miðjuni, men eisini um Japan, Suðurkorea og fjareystur annars.

Høvuðsuppgávurnar hjá sendistovuni eru at umboða Føroyar formliga í Kina og fjareystri annars, til tess at fremja áhugamál Føroya yvirfyri hesum londum, politiskt og vinnuliga, men eisini mentanarliga og annars gera sítt til at skapa eina jaliga ímynd av Føroyum sum eitt áhugavert land at samstarva við, til tess at stuðla uppundir áhugamálum Føroya í hesum parti av heiminum.

Eitt raðfest mál er at virka fyri betri marknaðaratgongd fyri føroyskar fyritøkur serstakliga í Kina, Japan og Suðurkorea.

Stórir møguleikar eru fyri vøkstri fyri Føroyar, bæði búskaparliga og á annan hátt, við at menna sambond og samvinnu við henda part av heiminum.

Sendistovan veitir fegin ráð og kunning til føroyskar myndugleikar, vinnufyritøkur, felagsskapir o.o. viðvíkjandi Kina og hinum londunum í økinum.

Sigmundur Ísfeld
sendimaður Føroya í Beijing


Samband:
Faroe Islands Representative Office in Beijing
1 Dong Wu Jie, Sanlitun
Chaoyang District, 100600 Beijing
P.R. China
Tel: +86 139 1056 2534
beijing@ummr.fo

Opið:
Gerandisdagar kl 09:00-16:00 Kina-tíð  (8 tímar undan FO-tíð vetrarjálvuna, 7 tímar undan FO summarhálvuna).

Er bráðtørvur, ber til at ringja til sendimannin uttanfyri skrivstovutíð á antin føroyska fartelefonnr. +298 556101 ella kinverska fartelefonnr. +86 132 6343 5460.