Ferðing til Ísrael

Frá januar 2025 skulu borgarar úr londum við visumfríari atgongd, sum ætla sær at vitja Ísrael í upp til 90 dagar, herundir ómyndug í øllum aldri, søkja um ETA-IL áðrenn ferðina til Ísrael. Hetta er galdandi fyri innferð við flogfari, skipi ella um landamørk. Áðrenn januar 2025 er tað valfrítt at søkja um ETA-IL.

Hetta merkir, at danskir ríkisborgarar frá 1. januar 2025 skulu søkja um ETA-IL, um teir ætla sær at ferðast til Ísrael í upp til 90 dagar. Hetta er galdandi fyri bæði vaksin og ómyndug, óansæð aldur.

Søkjast kann um ETA-IL her.