
Kommunalar ferðavinnuætlanir
Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at styrkja lokala sjálvræði í ferðavinnuni. Løgtingslógin um burðardygga ferðavinnu leggur upp til, at økini sjálvi og kommunan sum myndugleiki seta treytirnar fyri, hvussu ferðavinnan í økinum skal virka innan lógarásettu karmarnar. Tað eru kommunurnar ið gera av, hvussu ferðavinnuvirksemið í økjunum skal skipast og hvørjar avmarkingar, kommunan metir skulu til fyri at verja náttúru, mentan og trivnað, eins og hvørjar íløgur eru neyðugar fyri at betra um fortreytirnar fyri at fáa ágóða av ferðavinnuni í økjunum.
Allar avmarkingar, ið verða gjørdar fyri at verja náttúru og/ella mentanararv skulu tó sambært lógini góðkennast av avvarðandi myndugleikum.
Leisturin fyri kommunalu ferðavinnuætlanirnar
Leisturin fyri kommunalu ferðavinnuætlanirnar er gjørdur eftir hesum metingarkrøvum:
- Leisturin skal sum minsta mark leggja upp til, at kravið í lógini verður rokkið.
- Ætlanirnar skulu vera so einfaldar og ítøkiligar sum til ber.
- Kommunurnar gera sjálvar av, hvussu nógv verður gjørt burturúr ætlanini og hvussu tilgongdin verður løgd til rættis fyri at tryggja gott lokalt kjølfesti.
Kommunala ferðavinnuætlanin verður gjørd við at fylla út talgilda oyðublaðið á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum; oyðublaðið skal sendast inn áðrenn árslok 2025.
Niðanfyri eru leinkir til leiðbeining, kunngerðina og oyðublaðið til kommunalu ferðavinnuætlanirnar.
Leiðbeining til kommunalu ferðavinnuætlanina
Kunngerð um kommunala ferðavinnuætlan
Oyðublað til kommunalu ferðavinnuætlanina