Málsøki

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur alimál, arbeiðsmarknaðarmál, arbeiðsumhvørvismál, brunaumsjón, búnaðarmál, byggimál, einkarætt, elveitingarmál, ferðavinnu, fólkayvirlit, handilsmál, integratiónsmál, jarðfrøði, kavaramál, kolvetni, kommunumál, tó ikki inntriv mótvegis kommunum vegna landsbúskapin og kommunalútjavning, kort- og landmátingarmyndugleika, lendisskipan, matrikulering og sundurbýti, merki, mynstur, náttúrumál, navnamál, oljumál, orkumál, samskiftismál, sjóvinnumál, skógarmál, sundurbýti, tinglýsing, tónleikavinnu, tryggingarmál, umhvørvismál, útjaðaramál, útskifting, vanlukkutryggingarmál, veðurlagsmál, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.

 

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis: Búagrunninum, Fiskaaling P/f, Framtaksgrunninum og Visit Faroe Islands P/f.


Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð: Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Búnaðarstovan, Fjarskiftiseftirlitið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Jarðfeingi, Posteftirlitið, Rúsdrekkasøla Landsins, Sjóvinnustýrið (Skipaskrásetingin, FAS og Skipaeftirlitið), Skráseting Føroya og Umhvørvisstovan.