Kommunumál

Umhvørvis- og vinnumálaráðið avgreiðir millum annað fyrispurningar og klagur um ymisk kommunal viðurskifti. Hetta kann vera í sambandi við mál, ið snúgva seg um innihaldið/løggildið í kommunalum avgerðum, ymiskar mannagongdir sambært kommunustýrislóggávuni, heimildir hjá kommunustýrunum og uppgávur teirra.

Umframt kommunustýrislógina og tilhoyrandi kunngerðir, tekur umsitingin av kommunumálunum oftast støði í lógunum um fyrisiting og um alment innlit, við tað at nógvu málini snúgva seg um viðurskifti, sum viðkomandi lógir beinleiðis regulera.

Lógir á økinum

Løgtingslóg um kommunustýri

Løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur

Løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

 

Kommunur

Í Føroyum eru 29 kommunur. Tann 1. januar 2020 vóru

  • fýra kommunur við undir 100 borgarum,
  • átta kommunur við millum 100 og 499 borgarum
  • fýra kommunur við millum 500 og 999 borgarum
  • átta kommunur við millum 1.000 og 1.999 borgarum
  • tvær kommunur við millum 2.000 og 2.999 borgarum
  • ein kommuna við 4.154 borgarum
  • ein kommuna við millum 5.250 borgarum og
  • ein kommuna við 21.967 borgarum