Eftirlit við kommunum

Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum hevur eftirlit við kommununum og kommunalum samstørvum. Her kanst tú lesa eitt sindur um virksemið hjá kommunala eftirlitinum.

Eftirlitið  við kommununum er eitt rættargildiseftirlit, ið hyggur eftir, at galdandi lóggáva verður hildin. Eftirlitið kann verða framt av sínum eintingum og er ikki treytað av einumhvørjum skumpi uttanífrá, men tað kann fara til verka av sínum eintingum. Orsøkin til, at farið verður til verka kann eitt nú vera ein áheitan frá einum borgara, eini fyritøku, frá minnilutanum í kommunustýrinum ella frá einum øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin gjøgnum fjølmiðlarnar gerst varigur við eitthvørt mál, ið eigur at verða viðgjørt. Hetta hevur við sær, at ein klaga ikki altíð hevur við sær, at eitt eftirlitsmál verður sett í verk.

Eftirlitið við kommununum fevnir eitt nú um

  • ólógligar avgerðir, ið kommunustýrið hevur tikið og
  • avgerðir, sum kommunustýrið hevur skyldu til at taka sambært lóg

Fíggjarliga eftirlitið við kommununum er málsøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.