Heimildir hjá eftirlitinum at seta tiltøk í verk mótvegis kommunustýrum

Landsstýrismaðurin kann ógilda avgerðir, fyribils taka avgerðir av ímeðan málið verður kannað, áleggja einstøku kommunustýrislimunum tvingsilsbøtur, saksøkja einstøku kommunustýrislimunum eftir endurgjaldi og heita á ákæruvaldið um at reisa átalu.

Í flestu førum er ikki neyðugt at seta tiltøkini omanfyri í verk. Oftast endar eitt eftirlitsmál við einum óbindandi ummæli til kommunustýrið. Um eitt kommunustýri hinvegin ikki ger eftir ummælinum, kann eftirlitsmyndugleikin møguliga seta onkur av omanfyristandandi tiltøkum í verk.

Á høgra bredda kanst tú lesa nærri um einstøku tiltøkini.