Kommunala sjálvræði

Kommunala sjálvræðið er tryggjað í § 56 í Stýrisskipanarlógini. Sambært stýrisskipanini verður rætturin hjá kommununum at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins síðani ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.

Av forsøguni til ásetingina í grundlógini, sum § 56 í stýrisskipanarlógini hevur støði í, fylgir, at tað, sum verður lagt til kommunurnar, altíð skal verða stýrt í einum demokratiskum stýriformi, sum skal verða valdur eftir reglunum í kommunuvallógini og stýrdur eftir reglunum í kommunustýrislógini.

Tey viðurskifti, sum sambært grundlógini og stýrisskipani verða løgd til kommunurnar at stýra, viðvíkja ikki bara teimum vanligu - upprunaligu - felags viðurskiftunum í kommununi, men fevna eisini um aðrar ítøkiligar uppgávur, sum sambært serligari lóggávu eru lagdar til kommunurnar at taka sær av.

Í kommunala sjálvræðinum liggur sostatt ikki bara ein rættur til at stýra ávísum egnum viðurskiftum, men eisini ein skylda til at taka sær av ávísum øðrum uppgávum, sum av landinum verða latnar kommunum at umsita. Í tann mun, uppgávan er løgd út til kommunurnar, verða tað tí einstøku – av borgarunum valdu – kommunustýrini, sum innan karmarnar í lóggávuni koma at gera ítøkiligu tillagingarnar av lógarendamálunum og hava ábyrgdina av lokalu almennu uppgávunum.

Sambært kommunustýrislógini er hesin myndugleikin alment kompetentur, tá um kommunalar uppgávur og ábyrgd ræður, og myndugleikin er ikki undirskipaður miðfyrisitingini. Tí krevst lógarheimild fyri at áleggja kommununum uppgávur ella at gera inntriv í kommunal viðurskifti.