Á valdegnum kanst tú greiða atkvøðu á tí valstaði, tú ert knýttur at. Tú mást møta persónliga upp valdagin. Tað er ikki møguligt at senda annan fyri teg. Tó eru møguleikar at greiða atkvøðu, um tú ikki hevur møguleika at møta á sjálvum valdegnum.

Atkvøðugreiðskan byrjar kl. 10 fyrrapart og endar kl. 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Á valdegnum skal tú hava valkortið við tær. Um tú hevur gloymt valkortið, verður nýtt valkort skrivað út á valstaðnum. Tá ið valkortið er latið inn, fært tú atkvøðuseðilin útflýggjaðan. Tá ið atkvøðuseðilin er útflýggjaður, fert tú inn í atkvøðurúmið, har eingin annar má vera inni. Her skalt tú seta kross annaðhvørt fyri tí lista, tú ætlar at velja ella fyri einum valevni. Dømi um hvussu tú setir krossin kann síggjast við at trýsta her.

Tá ið tú hevur sett krossin, skalt tú leggja atkvøðuseðilin saman, soleiðis at eingin annar sær, hvussu tú hevur atkvøtt, og setur atkvøðuseðilin beinanvegin í atkvøðukassan, meðan ein úr valstýrinum ella hjálparmaður sær.

Um tú longu hevur brævatkvøtt, men ætlar tær at greiða atkvøðu á valdegnum, verður brævatkvøðan ikki rokna uppí.