Landsstýrismaðurin velur eina valnevnd við trimum limum og einum tiltakslimi fyri hvønn av limunum.

Formaðurin í løgtingsvalnevndin tekur sær av øllum fyrireikingunum av sjálvum valinum. Uppgávurnar hjá løgtingsvalnevndini eru eitt nú

  1. At taka ímóti valevnislistum og øðrum fráboðanum til valnevndina
  2. At útvega neyðugar atkvøðuseðlar
  3. At ansa eftir, at valstýrini á teimum einstøku valstøðunum hava alt greitt til atkvøðugreiðsluna
  4. At fíntelja og endaliga gera upp valið í seinasta lagi eina viku aftaná valið.
  5. At senda teimum valdu valbræv

Løgtingsvalnevndin førir í gerðabók alt av týdningi, sum viðvíkir valinum. Í seinasta lagi dagin eftir valið er gjørt endaliga upp, verður ein váttað útskrift av gerðabókini og alt atkvøðutilfarið sent landsstýrismanninum.

 

Í løgtingsvalnevndini sita

  • Malan Johansen
  • Jógvan Amonsson og
  • Bárður Larsen

 Tiltakslimir eru

  • Gloria Kalsø
  • Eyðun Christiansen og
  • Marjun Jacobsen