Løgtingsvallógin § 16 stk. 1 soljóðandi:

” Løgmaður gevur hvørjum flokki eina bókstavamerking, sum nýtt verður til valevnislistar floksins. Hvør flokkur eigur um gjørligt at fáa sama bókstav, sum hann áður hevur nýtt til onnur val.

Henda orðing hevur verið óbroytt galdandi síðani núverandi løgtingsvallóg varð samtykt. Í viðmerkingunum til § 16 stendur, at “í staðin fyri at hvør flokkur søkir løgmann um at nýta somu bókstavamerking til løgtingsvallistarnar í øllum valdømum, gevur eftir uppskotinum løgmaður, uttan serliga umsókn, hvørjum flokki ein bókstav til listar floksins í øllum valdømum, og eigur hvør flokkur, um gjørligt, at fáa sama bókstav sum hann áður hevur havt til onnur val.

Síðan løgtingsvalið í 1950 hava hesir flokkar stillað upp til løgtingsval og við hesum bókstøvum

Fráboðan løgmans um flokkar og bókstavamerking til løgtingsvalið  

fráboðan løgmans um flokkar og bókstavamerking til løgtingsvalið