Umhvørvis- og vinnumálaráðið umsitur landbúnaðarmál

Búnaðarstovan umsitur alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni, herundir kommununum. Tann almenna jørðin kann latast í festi, ella leigast út eftir reglunum í Løgtingslóg um landsjørð.

Festarar og óðalsbøndur kunnu fáa fígging til landbúnaðarvirksemi frá Búnaðargrunninum eftir reglunum í Løgtingslóg um Búnaðargrunn.

Bøndur kunnu søkja um landbúnaðarstuðul frá Búnaðarstovuni, ið umsitur stuðulin eftir Løgtingslóg um landbúnaðarstuðul.

 

Slóðir