
Gransking og royndir
Búnaðarstovan kannar og roynir nýggjar vinnumøguleikar í landbúnaðinum og mennir verandi vinnur. Høvuðsøkini innan gransking og royndir eru hesi:
- Varðveitsla av føroysku húsdjórasløgunum, herundir samskipan av kynbótararbeiði.
- Gransking innan seyðahald og seyðakjøt. Gransking innan gras og aðrar fóðurvøkstir.
- Fyribyrgjandi kunning og ráðgeving í samband við dálking frá landbúnaðinum.
- Eftirlit við kommunum í Rottutýning jbr. kunngerð nr. 20 frá 16. mai 1962 um oyðing av rottu.
- Skeiðvirksemi og ráðgeving innan landbúnaðin.
- Gransking innan føroyska matframleiðslu, t.d. epli, røtur og grønmeti.
- Ísáðing, neytaeftirlit, fóður- og moldkanningar.
- Veita landsstýrismanninum ráðgeving í landbúnaðarspurningum.
Búnaðarstovan luttekur í nøkrum uttanlandsfíggjaðum altjóða verkætlanum innan landbúnað saman við fakfólki í øðrum londum. Endamálið við hesum samstarvi er at troyta nýggjar møguleikar við tí fyri eyga at menna føroyska landbúnaðarframleiðslu.