Landbúnaðarstuðul verður veittur við heimild í løgtingslóg nr. 32 frá 6. mars 2003 um landbúnaðarstuðul og sambært kunngerð nr. 99 frá 4. november 2010 um stuðul til landbúnaðin. Búnaðarstovan umsitur stuðulin.

Stuðul verður veittur til mjólk, neytakjøt, seyðakjøt, stráfóður, djórahald, avloysaraskipan og til føroysk húsdjór. Stuðulin er treytaður av, at umsøkjari er bókhaldsskyldugur (tó undantikið undirkontu 10, sum er stuðul til at varðveita føroysk húsdjór) og MVG skrásettur.

Í 2014 er stuðulin 15.230 tús.kr. og verður stuðulin býttur soleiðis:

EndamálUpphædd (1.000 kr)
Mjólk7.250
Neytakjøt500
Seyðakjøt1.700
Stráfóður5.080
Húsdýralógin70
Avloysaraskipan480
Føroysk húsdjór150