Búnaðarstovan umsitur alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni, herundir kommununum. Tann almenna jørðin kann latast í festi ella leigast út eftir reglunum í Løgtingslóg um landsjørð.

Festari skal hava ávísan kunnleika til jarðarbrúk. Hetta merkir, at viðkomandi persónur hevur í minsta lagi tvey ára royndir frá arbeiði innan landbúnaðin. Harumframt verður kravt, at viðkomandi hevur verið í minsta lagi hálvt ár á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent.