Virkisætlan fyri elorkuøkið

Í februar 2015 legði arbeiðsbólkur fram frágreiðing nevnd Virkisætlan fyri elorkuøkið við 26 tilmælum um, hvussu skuldi landsins orkupolitikkur skal fremjast í verki.

Mælt verður til, at Føroyar gerast minni tengdar at oljuinnflutningi við at byggja munandi út við varandi orkuframleiðslu, samstundis sum føroyska oljunýtslan verður flutt til elorku. 

Umboð frá Jarðfeingi, SEV, Vinnumálaráðnum og Dansk Energi hava mannað arbeiðsbólkin, og ein stýrisbólkur við umboðum frá Kommunufelagnum og Vinnumálaráðnum hevur havt eftirlit við arbeiðinum.

Frágreiðingin er at finna her

Greiningar og arbeiðsskjøl eru at finna her