Klagur um kommunuvalið skulu sendast viðkomandi kommunustýrini í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp. Kommunustýrið skal viðgera klagur á kommunustýrisfundi innan 10 dagar frá at klagufreistin er farin. 

Tær avgerðir, sum kommunustýrið tekur í klagum viðvíkjandi kommunuvalið, kunnu verða skotnar inn fyri landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum. Freistin hesum viðvíkjandi er 14 dagar frá tí degi kommunustýrið hevur tikið avgerð um klaguna.