Klagur um løgtingsvalið skulu vera løgtingsins umsiting í hendi áðrenn kl. 10.00 tíggjunda yrkadagin eftir valdagin.
Hesar kærur skulu tó stílast kommununi:
- Um tú ikki er komin á vallistan,
- Um ein persónur av órøttum er komin á vallistan, og
- Um tú ikki hevur fingið valkort ella hevur fingið valkort við feili ella mangli
Kommunustýrið skal uttan drál viðgera omanfyrinevndu kærur.