Stovnan av nýggjum flokki

Politiskir flokkar, sum við seinasta løgtingsval fingu umboðan á tingi og framvegis eru umboðaðir har, hava rætt til at stilla upp til løgtingsval.

Um tú vilt stovna nýggjan flokk, skulu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrismanninum frá stovnan av flokkinum. Fráboðanin skal vera landsstýrismanninum í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað.

Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgja dagfestar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin. Váttanirnar skulu eisini vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, sum vátta, at viðkomandi persónur er búsitandi í kommununi og lýkur treytirnar fyri valrætti.

Hvør veljari skal verða lýstur við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift. Á høgra bredda, sært tú hvussu eitt skjal við nevndu upplýsingum sær út. Mælt verður til at nýta ymisk skjøl til ymiskar kommunur, soleiðis at persónar úr somu kommunu verða savnaðir saman á einum skjali.  

Váttan frá einum veljara er galdandi í eitt ár frá dagfestingini av váttanini.

Fráboðan um stovnan av nýggjum flokki  er galdandi til fyrstkomandi val fer fram, tó í minsta lagi í eitt ár frá fráboðanardegnum.

Tað ber ikki til at fáa innlit í upplýsingar um hvørjir veljarar hava skrivað undir fráboðanina.