Um tú ikki hevur møguleika at møta persónliga á valstaðnum sjálvan valdagin, hevur tú møguleika at greiða atkvøðu við at senda inn brævatkvøðu.

Í Føroyum kanst tú greiða brævatkvøðu við at venda tær til fólkayvirlitið í eini kommunu.

Um tú ert sjófólk, kanst tú eisini greiða brævatkvøðu hjá einum mynstringarstjóra ella umborð á viðkomandi skipi.

Um tú ert innlagdur á sjúkrahúsi ella øðrum heilsu- ella uppihaldsstovni ella undir læknaviðgerð heima, kanst tú greiða brævatkvøðu á sjúkrahúsinum ella stovninum, ella hjá viðkomandi lækna ella tveimum av valstýrinum útnevndu persónum.

Um  tú situr í varðhaldi, kanst tú greiða brævatkvøðu hjá løgregluni.

Um tú ert uttanlands, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum, ella hjá einum, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Tað er siðvenja, at landsstýrismaðurin heimilar føroysku sendistovunum.

Um tú ert staddur í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.

Nær

Um tú ert sjófólk ella annars ikki heldur teg verða heima valdagin, og um tú ert staddur uttanlands, kanst tú greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum kann brævatkvøða  fara fram í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Hvussu

Atkvøða við brævi skal fara fram við at brúka atkvøðutilfar, sum landsstýrismaðurin hevur útvegað til endamálið. Tú skalt venda tær til tann myndugleikan ella persónin, sum skal syrgja fyri at atkvøtt verður á rætta hátt.

Tá ið tú vendir tær til persónin, sum skal standa fyri at alt fer fram á rætta hátt, skalt tú kunna prógva, hvør tú ert. Viðkomandi persónur gevur tær síðani atkvøðuseðil við tilhoyrandi brævbjálva, fylgibrævi og størri brævbjálva. Á atkvøðuseðilin skalt tú skriva antin navnið á einum valevni, sum er uppstillað, møguliga við tilskilan av flokki, ella navnið ella bókstavamerkingina hjá einum flokki, sum hevur valevni uppstillað. Tá ið tú hevur valt, skalt tú leggja atkvøðuseðilin í tann tilhoyrandi brævbjálvan og klistra brævbjálvan aftur. Síðani skalt tú útfylla fylgibrævið og leggja bæði fylgibrævið og brævbjálvan við atkvøðuseðlinum í tann størra brævbjálvan, sum tú klistrar aftur og setur frímerki á. Á sjálva baksíðuna av brævbjálvanum skal fyllast út navn og bústað í kommununi. Brævbjálvin verður síðani handaður honum, sum atkvøtt er hjá. Hesin syrgir so fyri, at senda brævbjálvan til avvarðandi kommunu.

Kunning til veljarar, ið eru staddir uttanlands

BRÆVATKVØÐA TIL LØGTINGSVALIÐ 2022

Føroyskir veljarar, staddir uttanlands, kunnu brævatkvøða á føroysku sendistovunum.

Mælt verður til at avgreiða brævatkvøðu í seinasta lagi mánadagin 28. november fyri at tryggja, at brævatkvøðan er komin fram á valstaðin áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar 8. desember. Sendistovan átekur sær at senda brævatkvøðurnar til Føroya.

Neyðugt er at ringja til sendistovurnar og avtala eina tíð til at greiða brævatkvøðu. Minnist til at hava samleikaprógv við mynd við.
Eisini ber til at greiða atkvøðu á donskum sendistovum og konsulátum, í teimum londum, har ongin føroysk sendistova er.

  • Føroyskir veljarar, staddir í Keypmannahavn, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn yrkadagar kl. 10-15 á Strandgade 91, 4. hædd, 1401 København K.
  • Føroyskir sjúklingar og avvarðandi búsitandi á Sjúklingahotellinum kunnu brævatkvøða á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn týsdagin, tann 22. november kl. 12-15 á Venøgade 8, 2100 København Ø.
  • Føroyskir sjúklingar, ið eru innlagdir á Ríkissjúkrahúsinum, fáa møguleika fyri at brævatkvøða á sjúkrahúsinum. Eru ivamál kunnu tit ringja á tel. +45 32 83 37 70.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Bretlandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í London, 55 Sloane Street, London SW1X 9SR. Bílegg tíð á tel. +44 (0) 771 865 4141.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Íslandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Reykjavík, Túngötu 14, 3. hædd. Tlf. +354 511 3200.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Belgia, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Brússel, Rue d’Arlon 69-71,1040 Bruxelles. Tlf. + 32 (0) 22 80 04 56.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Russlandi, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Moskva, 9 Prechistensky Pereulok – 119034 Moscow. Tlf. + 7 (926) 990 09 74.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Ísrael, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Tel Aviv, 4 Berkowitz st./ 6423806 Tel Aviv. Tlf. +972 (3) 608 5850.
  • Føroyskir veljarar, staddir í Kina, kunnu brævatkvøða á Sendistovu Føroya í Beijing, 1 Dong Wu Jie, Sanlitun, Chaoyang District, 100600 Beijing, P.R. China. Tlf. +86 139 1056 2534.