Valevnalistar til løgtingsvalið 8. desembur 2022

Við hesum verður mint á, at valevnalistar til løgtingsvalið 8. desembur 2022 skulu vera forkvinnuni í løgtingsvalnevndini í hendi í seinasta lagi:

hósdagin 24. novembur 2022 kl. 18.00

Eitt umboð fyri flokkin ella ein stillari skal lata valevnalistan inn.

Gjøllari reglur um valevnalistar eru ásettar í §§ 17-18 í løgtingsvallógini (løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið).

Í løgtingsvallógini er m.a. ásett:

  • at ein valevnalisti ikki kann hava fleiri enn 43 valevni.
  • at valevnini skulu vera lýst við navni, p-tali, starvi og bústaði.
  • at nøvnini á valevnunum verða sett í bókstavarøð.
  • at valevnalistin skal vera undirskrivaður av valevnunum og góðkendur av einum flokki, sum hevur rætt til at luttaka í valinum, ella undirskrivaður av í minsta lagi 400 og í mesta lagi 450 veljarum sum stillarum.
  • at hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillarar, har stillararnir eru skilliga lýstir við navni, føðingardegi, bústaði, dagfesting og undirskrift.
  • at eingin kann stilla upp á meira enn einum valevnalista.
  • at eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnalista.

Dømi um oyðubløð til valevnalista sæst her og lista til stillarar hjá uttanflokkalista sæst her.

Vegna løgtingsvalnevndina

Malan Johansen

forkvinna

 

c/o Landsbanki Føroya

Kvíggjartún 1

160 Argir

Tlf.: 226225

malan.johansen@landsbankin.fo