Alivinna

Føroyska alivinnan er í støðugari menning og telist millum fremstu alivinnur í heiminum. Alifiskur er okkara størsta einstaka útflutningsvøra, og alivinnan hevur sostatt alstóran samfelagsbúskaparligan týdning. 

Alivinnan er løgskipað við alilógini, djórasjúkulógini, matvørulógini og umhvørvisverndarlógini, umframt reglum, sum eru givnar við heimild í hesum lógum. Lóggávan hevur til endamáls at tryggja, at alivinnan er kappingarfør, lønsom og burðardygg. Fyri at økja kappingarførið og lønsemið er umráðandi, at framleiðslukostnaðurin minkar, at marknaðaratgongdin støðugt gerst betri, og at vinnan hevur frælsi at laga seg til ein globalan marknað, sum er í støðugari broyting. Aliframleiðslan er ætlað øðrum marknaðum enn tí føroyska. Umráðandi er tí at tryggja, at alivinnan hevur góða atgongd til allar týðandi og møguligar marknaðir.

Fyri burðardygdina í alivinnuni er umráðandi, at arbeitt verður miðvíst við at forða fyri sjúku- og smittuspjaðing, og at neyðug fyrilit verða tikin fyri umhvørvisárinum og aðrari nýtslu av økjunum, har alt verður.    

Aliumsitingin

Aliumsiting, sum er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, umsitur aliloyvi. Nærri kunning fæst her.