Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er arbeiðs- og brunaeftirlitsmyndugleiki landsins.
Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra arbeiðsumhvørvi á øllum føroyskum arbeiðsplássum, umframt at virka fyri brunatrygd.
Stovnurin er partur av málsøkinum hjá Samferðslumálaráðnum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið fremur eftirlitsvitjanir, leiðbeinir pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, stovnum, feløgum og persónum. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrásetur og granskar vanlukkutilburðir og ráðgevur landsstýrismanninum viðvíkjandi arbeiðsumhvørvismálum, brunatrygd v.m.
Hetta verður gjørt fyri at stuðla undir arbeiðstrygd og brunatrygd í føroyska samfelagnum.
Virkað verður fyri fyribyrging av kropsligum og sálarligum arbeiðsskaðum og sliti. Arbeiðsumhvørvi og brunatrygdin skal fylgja við menningini í samfelagnum, og grundarlag skal skapast fyri, at partarnir sjálvir loysir trygdar- og heilsuspurningar.
Meira um Arbeiðs - og brunaeftirlitið her