Arbeiðsmarknaðarmál

Vinnu- og umhvørvismálaráðið umsitur arbeiðsmarknaðarlóggávuna.

Arbeiðsmarknaðurin hevur týdning fyri tann einstaka, tí lønarinntøka er fyri tey flestu einasta ella týdningarmesta inntøkan. Arbeiðið hevur eisini týdning fyri tann einstaka, tí arbeiði er so stórur partur av tilveruni. Arbeiðsmarknaðurin hevur eisini stóran týdning fyri samfelagsbúskapin, tí nøgd og dygd á arbeiðsútboðnum er avgerandi fyri framleiðsluna í landinum, og effektivt arbeiðsútboð er grundarlagið fyri vælferðini í samfelagnum.

Siðvenja er, at løn og setanartreytir verða avtalaðar partanna millum heldur enn skipaðar við lóggávu, og tí er lóggávan um hetta avmarkað soleiðis, at hon einamest skipar eina ávísa minstuverju, t.d. í sambandi við setanartreytir, barnsburð, javnstøðu, bann móti mismuni o.tíl.