Sjóvinna

Yvirskipaða endamálið við sjóvinnulóggávuni er at tryggja, at skip undir føroyskum flaggi kunnu sigla trygt og ótarnað, og at regluverkið um vernd av sjófólki og havumhvørvi lýkur tær treytir, sum settar verða í altjóða sáttmálum og í avtalum.

Sjólóggávan fevnir um trygd á sjónum, bygging, útgerð og rakstur av skipum, arbeiðsumhvørvi fyri sjofólk, manning av skipum og havumhvørvisvernd. Støðugt verður fylgt við, hvørjar reglur verða settar í gildi við altjóða sáttmálum frá eitt nú IMO og ILO, og dentur verður lagdur á at veita vinnuni best møguligar karmar at virka undir, samstundis sum ansað verður eftir, at krøvini til trygd verða hildin. 

Sjóvinnustýrið umsitur sjóvinnulóggávuna og hevur harumframt ábyrgdina av Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS). Við FAS-skipanini verður dentur lagdur á, at skipanin er kappingarfør í mun til aðrar hágóðskuskipaskráir úti í heimi, at skipanin støðugt veksur, og at sjóvinnan støðugt kastar meira av sær til samfelagsbúskapin.

Samgongan hevur sett sær sum mál í samgonguskjalinum, at Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil og shippingland.

Í apríl 2017 fekk landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum handa greiningina Sjóvinnu veitingar - Støðulýsing og vinnumøguleikar, ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið hava latið gera.

Í januar 2016 setti landsstýrismaðurin ein arbeiðsbólk at dagføra sjóvinnupolitikkin og orða eina maritima strategi fyri Føroyar, herundir at lýsa fylgjandi tættir:

  • Hvussu FAS skipanin framhaldandi kann vera kappingarfør
  • Útbúgvingarmøguleikar
  • Hvussu fleiri avleiddar vinnur kunnu skapast

Í mai 2017 handaði arbeiðsbólkurin álitið Sjóvinnupolitikkur 2017.