Árita føroysk almenn frumskjøl til løggildingar

Uttanríkis- og mentamálaráðið áritar bara føroysk almenn frumskjøl til løggildingar, tað vil siga skjøl við frumundirskriftum á, men ikki avrit ella teldutøk skjøl. Uttanríkis- og mentamálaráðið áritar bara skjøl, sum eru frá myndugleikum undir ráðnum, t.d. sum sóknarprestar og onnur starvsfólk í fólkakirkjuni, skúlar, Próvstovan o.l. hava latið úr hondum. Tað snýr seg um gildi av skjølum og ikki innhald í hesum. Avgerandi er, hvør myndugleiki hevur latið skjalið úr hondum og ikki, hvørjum lóggávuøki skjalið viðvíkur. Talan er um hesi skjøl innan fólkakirkjuna umframt útbúgvingarprógv:

  • Vígslubrøv (sí tó niðari)
  • Føði- og dópsbrøv og navnabrøv
  • Líkpass (um lík av ríkisborgarum í øðrum londum)

  • Útbúgvingarprógv:
  • Fólkaskúlaprógv
  • Miðnámsskúlaprógv
  • Annað

Leggið til merkis, at ymsar mannagongdir eru viðvíkjandi vígslubrøvum, alt eftir hvør myndugleiki hevur gift parið:

  • Vígslubrøv um:
    • vígslu í kirkjum váttast hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum
    • borgarliga giftu hjá borgarstjóra og vígslu í samkomum váttast hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum
    • borgarliga giftu hjá sýslumanninum váttast hjá fútanum / Føroya politi


Eftir at hava fingið eitt skjal áritað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum má borgarin sjálvur víðarisenda danska Uttanríkismálaráðnum ella viðkomandi skúla / universiteti áritaða skjalið.

Nærri upplýsingar um evnið kunnu lesast á heimasíðuni hjá danska Uttanríkismálaráðnum www.um.dk  – sí leinki: https://um.dk/rejse-og-ophold/legalisering. Leggið til merkis, at danska Uttanríkismálaráðið tekur avgreiðslu- og tænastugjøld. Goldið skal vera frammanundan, og kvittan fyri gjaldið skal verða løgd við.

Nøkur starvsfólk í Uttanríkis- og mentamálaráðnum hava heimild til at árita skjøl, og verður hetta gjørt í vanligari arbeiðstíð hjá ráðnum. Avgreiðslan tekur bert eina lítla løtu. Tað er altíð ein fyrimunur at avtala eina tíð við ráðið í sambandi við løggilding –  eitt nú við at senda ein t-post til ummr@ummr.fo ella við at ringja á tlf. 306500, soleiðis at eitt starvsfólk er tøkt at gera hetta, tá møtt verður upp í ráðnum.

Til ber eisini at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum skjøl til áritingar við brævi (men ikki við teldubrævi). Ráðið sendir so borgaranum áritaðu skjølini aftur.

NB! Henda kunning verður umsett til enskt í næstum.