04.04.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

2,4 mió krónur til danskar, føroyskar og grønlendskar háskúlanæmingar

Danska stjórnin hevur fyri komandi trý árini gjørt avtalu um eitt sonevnt ríkisfelagsskaps-stipendiat, so danskir, grønlendskir og føroyskir háskúlanæmingar kunnu luttaka í háskúlaskeiðum hjá hvørjum øðrum.

Í hesum sambandi vóru donsk háskúlafólk og embætisfólk á vitjan í Føroyum, har tey millum annað vitjaðu Ítróttarháskúlan í Suðuroy og Føroya fólkaháskúla í Tórshavn. Tey høvdu eisini fund við embætisfólk í Mentamálaráðnum, og tey fingu høvi at hitta landsstýriskvinnuna í undirvísingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen.

Ætlanin við hesum stuðlinum er, at ungfólk í Grønlandi, Føroyum og Danmark skulu koma meira saman og koma at kennast betur. Og í so máta er eitt háskúlaskeið eitt gott høvi. Stuðulsupphæddin skal veita stuðul til danskar, grønlendskar og føroyskar næmingar, sum ynskja at sleppa á danskar, grønlendskar og føroyskar háskúlar. Myndugleikarnir í teimum trimum londunum fara nú undir at fyrireika, hvussu hendan nýggja skipanin skal setast í verk. Í fyrsta umfari verða 800.000 kr. árliga játtaðar á donsku fíggjarlógini, samanlagt 2,4 mió kr. fyri komandi 3 árini, frá 2020 til 2022.

Á myndini síggjast:

Annfinnur Heinesen, stjóri á Føroya Fólkaháskúla, Alda Joensen og Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum, Niels Glahn, ið er generalsekretær í FFD (Folkehøjskolernes Forening), Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, nevndarforkvinnan í FFD, Lisbeth Trinskjær, Ole Wille, ið er serligur ráðgevi hjá Slot-og Kulturstyrelsen og Oystein Sørensen frá Mentamálaráðnum.