23.02.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Altjóða luttøka skapar altjóða áhuga

Altjóða luttøka skapar altjóða áhuga

Hósdagin 22. februrar hittust ambassadørarnir, sum Visit Faroe Islands hevur tilnevnt at virka fyri at fáa altjóða ráðstevnur til Føroya. Talan er um fólk í øllum yrkisbólkum, sum í dagliga arbeiði sínum ferðast til ráðstevnur, fundir, tiltøk og annað kring allan heim. Uppgáva teirra er í tí sambandi at vísa á Føroyar, sum eitt spennandi stað at halda ráðstevnur og onnur tiltøk, ið kunnu draga fólk úr øllum heimi.

Í setanarrøðu síni legði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum dent á, hvussu umráðandi altjóða samstarv og luttøka eru fyri at varpa ljós á Føroyar og skapa áhuga fyri Føroyum.

"Eg haldi at tað arbeiði tit øll gera, bæði í tykkara dagliga virki og við tykkara luttøku í altjóða felagsskapum, nevndum v.m. hevur eitt ómetaliga stórt virði fyri land okkara.

Tað er bara við loypandi luttøku og engagementi í altjóða felagskapum og í samstarvi við umboð úr øðrum londum, at vit flyta okkum sjálvi fram á leið. Vilja vit vera við til at seta dagsskránna, mugu vit vera virkin og taka lut. Taka lut á øllum økjum," segði Poul Michelsen

Umleið 100 fólk eru partur av ambassadørnetverkinum hjá Visit Faroe Islands. Her sæst listin yvir ambassadørarnar hjá Visit Faroe Islands.

Niðanfyri er øll røðan, Poul Michelsen helt fyri ambassadørunum.

"Góðu ambassadørar,

Eg haldi at stigið hjá VFI at seta á stovn eitt ambassadørnetverk er skilagott.

Vit vita at ráðstevnur og fundir kasta nógv av sær fíggjarliga fyri vertslondini. Tí síggja vit eisini, at tað er stór kapping um vinna ráðstevnur og tiltøk, ið verða boðin út. Mett verður, at ein útlendskur gestur ið vitjar í samband við arbeiði sítt, t.d. á eini ráðstevnu, brúkar uml. 3 ferðir so nógv sum “vanlig” ferðafólk.

Aleina av hesi orsøk gevur tað góða meining at satsa meiri miðvíst á hendan partin av ferðavinnuni, sonevnda MICE-ferðavinnan. Eg haldi tað er sera týðandi fyri ferðavinnuna sum heild, at vit leggja hana soleiðis til rættis, at hon kastar so nógv av sær sum til ber. Vøksturin í inntøkunum skal altíð vera lutfalsliga størri enn vøksturin í talinum av ferðafólkum. Tað er málið. Og hetta mál kann MICE-ferðavinnan hjálpa okkum at røkka, eisini tí at hon er við til at víðka um ferðavinnu-“sesongina”.

Vit eru øll ambassadørar fyri land okkara og týdningurin av teimum persónligu sambondum vit skapa úti í heimi, bæði privat og vinnuliga, kann ikki undirmetast í marknaðarføringshøpi. Tað havi eg ásanna gjøgnum virksemi mítt sum vinnulívsmaður og innan handil og uttanríkispolitikk.

Eitt ambassadørnetverk er ein roynd at seta hetta slagið av marknaðarføring, ið er óformligt í síni natúr, í meiri skipaðar karmar. Ambassadørnetverkið kann gera okkum meiri tilvitað um møguleikarnar og virði ið liggur í tí at vera vertur fyri stór tiltøk í arbeiðshøpi. Eitt slíkt netverk hevur virði fyri bæði vinnuna og búskapin, men eisini fyri hvønn einstakan ambassadør.

Vit síggja, at vit fáa alsamt fleiri ráðstevnur til Føroyar, so okkurt bendir á, at tykkara arbeiði longu hevur givið ávøkst. Tað haldi eg er vert at hátíðarhalda.

Eg haldi at tað arbeiði tit øll gera, bæði í tykkara dagliga virki og við tykkara luttøku í altjóða felagsskapum, nevndum v.m. hevur eitt ómetaliga stórt virði fyri land okkara.

Hetta virksemi er í roynd og veru ein partur av uttaríkispolitiska virksemi okkara, um vit vilja tað ella ikki.

Tað er bara við loypandi luttøku og engagementi í altjóða felagskapum og í samstarvi við umboð úr øðrum londum, at vit flyta okkum sjálvi fram á leið. Vilja vit vera við til at seta dagsskránna, krevur tað luttøku. Og tað krevur luttøku innan øll øki.

Eg vil fegin takka tykkum fyri áhaldandi arbeiði tykkara og tað virði sum liggur í at vera ambassadørur fyri Føroyar í arbeiðshøpi. Um hetta arbeiði so eisini kann geva eina ráðstevnu ella fleiri, er tað bara eitt gott bonus afturat, ið heldur ikki skal undirmetast.

At enda vil eg ynskja tykkum góðan arbeiðshug og tillukku við fornemma heitinum “ambassadors of the faroe islands” – eitt heiti vit ikki sleppa at brúka ísv. sendistovur okkara – Vónandi skulu vit ikki bíða alt ov leingi til vit sleppa tað.

Tit eru í veruleikanum priviligeraði.

Takk fyri"