23.06.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Amerikanski kavbáturin USS Delaware í Nólsoyarfjørð

Amerikanski kavbáturin USS Delaware í Nólsoyarfjørð

Í dag kemur amerikanski kavbáturin USS Delaware í Nólsoyarfjørð. Talan er um ein kjarnorkuriknan kavbát, sum fyrr hevur verið í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi.