22.09.2025 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya

Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya

Í dag kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar. Í hesum sambandi verður flogið lágt yvir flogvøllinum seinnapartin, áðrenn farið verður avstað aftur. Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.