19.12.2018 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Arktiska samstarvsskráin lýsir eftir verkætlanum

Arktiska samstarvsskráin hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum lýsir nú eftir verkætlanum fyri 2019. Freistin at søkja er 24. januar 2019.

Fremsti málbólkurin í skránni eru íbúgvarnir í Arktis og ætlanin er at halda fram at stuðla upp undir eina burðardygga og uppbyggjandi menning av økinum.

Raðfestingarnar í skránni eru tískil teir fýra bólkarnir: planetin, fólkið, ríkidømi og felagsskapur. Norðurlendska Ráðharraráðið raðfestir vanliga felagsskapsáskoðanina og leggur orku í at sameina tað horisontalt í skránni. Hetta arbeiði verður framvegis raðfest.

Sí meira her: