21.11.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Ársfundurin hjá NEAFC 2017

Ársfundurin hjá NEAFC 2017

Ársfundurin hjá NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) var hildin í London í døgunum 13. – 17. november. Talan var um 36. ársfundin hjá NEAFC. Føroyar luttaka í NEAFC í felags sendinevnd saman við Grønlandi. Hini limalondini eru ES, Ísland, Noreg og Russland.

Í 2015 samtykti NEAFC ársfundurin at seta arbeiðsbólkar at orða ávikavist felags leiðreglur fyri strandarlandasamráðingar og felags grundarlag fyri býtisatlit, tá ið ferðandi fiskastovnar skulu býtast millum fleiri lond. Á ársfundinum vóru álitini hjá báðum arbeiðsbólkunum løgd fram. Ársfundurin samtykti felags leiðreglurnar fyri strandarlandasamráðingar, meðan staðfest varð, at arbeiðsbólkurin um býtisatlit ikki er komin til eina niðurstøðu. Ársfundurin samtykti, at arbeiðsbólkurin verður ikki niðurlagdur, men heldur fram til komandi ársfund.

Á ársfundinum vóru uppskot løgd fram um at skipa fiskiskapin eftir makreli, svartkjafti og norðhavssild í 2018. Noreg legði fram uppskot til samtyktar um makrel, sum í høvuðsheitum ásetti eina skyldu at boða frá, hvussu fiskiskapurin verður skipaður hjá teimum einstøku londunum. Full semja var um hesa samtykt.

Noreg og Russland løgdu fram líknandi uppskot til samtyktar um at skipa fiskiskapin eftir ávikavist svartkjafti og norðhavssild. Bæði uppskotini vórðu samtykt. Vísandi á, at samtyktin um svartkjaft ikki var nøktandi, gjørdi Føroyar av ikki at greiða atkvøðu um hetta mál, og vístu Føroyar eisini á, at tikið varð fyri givið, at ein fullfíggjað samtykt varð løgd fram seinni.

Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi, og løgdu eins og undanfarin ár fram uppskot um at loyva hesi veiðu. ES legði somuleiðis fram uppskot um at seta bann fyri beinleiðis veiðu eftir búrfiski í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi. Nøktandi undirtøka var ikki fyri nøkrum av uppskotunum. Fiskiskapurin eftir búrfiski er tó fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja var um at leingja fyri 2018.

Seinastu mongu árini hevur semja ikki verið millum londini, ið fiska kongafisk í Irmingerhavinum. Nýggjasta ráðgevingin frá ICES er, at eingin beinleiðis fiskiskapur eigur at vera í 2018. Russland hevur eina aðra fatan av støðuni í stovninum, og hevur ásett sær egna kvotu í Irmingerhavinum undanfarin ár. Ísland skeyt upp at steðga fiskiskapinum í 2018, men nóg stór undirtøka var ikki fyri uppskotinum. Undirtøka var tó fyri einum uppskoti, har heildarkvotan av kongafiski í Irmingerhavinum komandi ár verður 6.500 tons tilsamans, sum er ein lækking upp á 1.000 tons samanborið við 2017. Av hesum eiga Føroyar 438 tons. Russland tók ikki undir við uppskotinum fyri 2018. 

Á ársfundinum legði Noreg eisini uppskot fram um at seta ein arbeiðsbólk at viðgera samspælið millum landgrunns rættindini hjá einstøku londunum sambært havrættinum og heimildirnar hjá NEAFC at gera reglugerðir um at verja havbotnin. Semja var millum londini um at seta ein tílíkan arbeiðsbólk, sum fer til verka longu tíðliga í 2018.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið, Vørn og føroysku vinnuna.