03.07.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Ávegis avtala undirskrivað um yvirtøku av loftferðsluøkinum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Ole Birk Olesen, danskur samferðslumálaráðharri, skrivaðu seinnapartin undir ávegis avtalu í sambandi við yvirtøku av loftferðsluni.

Ráðharrarnir eru samdir um, at føroyskir myndugleikar, ætlandi frá 2018, fara at røkja ávísar uppgávur á loftferðsluøkinum, ið danir varða av. Hetta verður serliga gjørt fyri at byggja upp føroyskar førleikar við atliti at seinni yvirtøku av øllum málsøkinum. Í fyrstu atløgu verður talan um eftirlit við flogvallarøkinum, t.d. fysiska undirstøðukervinum og ymiskum tænastum á flogvøllinum.

Somuleiðis er semja um, at landsstýrið kann gera av, hvør frameftir skal veita tænastur í sambandi við inn- og útflúgving úr Føroyum. Talan er um tænastur, sum í dag verða røktar av danska felagnum Naviair.

Partarnir eru at enda samdir um, at spurningurin um eitt sjálvstøðugt loftferðsluøki, har Føroyar veita tænastur til flogfør, sum flúgva yvir Føroyum, verður tikin upp við ICAO, ið er altjóða loftferðslufelagsskapur.

Poul Michelsen fer í næstum at leggja uppskot fyri landsstýrið um, hvussu viðkomandi partar í Føroyum leggja arbeiðið til rættis frameftir.