25.10.2017 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Belgiski sendiharrin fund við Poul Michelsen

Belgiski sendiharrin fund við Poul Michelsen

Belgiski sendiharrin í Keypmannahavn, Leo Peeters, hitti í dag Poul Michelsen, uttanríkis- og vinnumálaráðharra, meðan hann er á vitjan í Føroyum. 

Á fundinum nýtti Poul Michelsen høvið at kunna sendiharran bæði um politisk og vinnulig viðurskifti. Serstakliga greiddi landsstýrismaðurin frá, hvussu Føroyar hava fjøltáttað útflutningsmarknaðirnar, soleiðis at føroyskar fyritøkur nú hava fleiri týdningarmiklar marknaðir, og arbeitt verður støðugt við at menna hesa gongd. Fríhandilssáttmáli er júst komin í gildi millum Føroyar og Turkaland, ein marknaður við 80 milliónum íbúgvum.

Samstundis varð víst á, at fríhandilssáttmálin við ES ikki javnvigar, men gevur ES størri møguleikar at selja til Føroya enn øvugt, og at vit tískil stremba eftir at fáa ein betri karm um okkara útflutning til ES.

“Føroyar eiga at fáa betri møguleikar eisini at selja viðgjørdar vørur til ES marknaðin. Hetta er eitt raðfest mál hjá føroyskum myndugleikum, og tað er ein týdningarmikil boðskapur at bera fram fyri vitjandi sendiharrum úr ES limalondum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.