27.09.2022 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

"Børn og sorg"

"Børn og sorg"

Jenis av Rana, landsstýrismaður, setti í dag ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, sum Krabbameinsfelagið skipaði fyri um børn og sorg, og hvussu vit hjálpa børnum sum syrgja.

Hvørt ár uppliva fleiri børn, at foreldur, systkin ella onnur av teirra nærmastu gerast álvarsliga sjúk ella doyggja. Tá ið álvarslig sjúka ella deyði rakar, kemur nógvur ótti og ótryggleiki inn í lívið hjá teim avvarðandi, eisini hjá børnunum. Ein stórur partur av gerandisdegnum hjá børnunum er í barnagarði ella skúla, og starvsfólkini á hesum stovnum kunnu gera stóran mun og skapa eitt dygdargott trygdarnet fyri børnini. Tí hava Krabbameinsfelagið og Undirvísingarstýrið tikið stig til eitt skeið um, hvussu vit hjálpa børnum, sum syrgja.

Røðan hjá landsstýrismanninum er endurgivin niðanfyri:

"Fyrst av øllum vil eg takka tykkum fyri hesa ráðstevnuna, tað er gott, at sorgin verður sett á skrá. At tað eru fólk, sum koma higar at tosa um sorg - og at tit øll eru komin at lurta.

Tí tað er jú ikki serliga long tíð síðani, at vit ikki tosaðu um sorg. Og so slett ikki sorg hjá børnum.

Tá ið mamman og lítlabarnið doyðu í barsilssong, so bleiv ikki tosað um tey aftur. Tá ið pápin og beiggjarnir fórust á sjónum, so snakkaði man ikki meiri um tað. Onnur viðurskifti, sum vóru svár og torfør, tey blivu ikki nevnd.

Tað eru nógv eldri fólk í dag, sum eru vaksin upp í hesi mentanini. Sum mistu onkran kæran ella upplivdu okkurt trauma - og sum enn í dag liva við meinunum av tøgnini. Sum alt lívið hava saknað at seta orð á og fáa sett tingini í rætta samanhang.

Tí børn hava sín egna logikk. Skilja tey ikki, hvussu tingini hanga saman, so fylla tey sjálvi tómrúmini út við sínum hugflogi og barnsligu fatan.

Og tey duga so ótrúliga væl at seta seg sjálv til síðis og passa seg til støðuna. Á sín egna hátt vilja tey hjálpa okkum vaksnu, eisini hóast tað fær fylgjur fyri tey sjálv.

So takk! Fyri at tit skipa fyri - og fyri at tit koma her at lurta, tí tit vilja gera tykkara fyri at lofta hesum børnunum betur, enn vit søguliga hava gjørt í Føroyum.

Takk fyri, at tit tosa um tey sváru tingini.

Serliga tað at tosa um deyða, sjúku og kreppu- áðrenn tey henda, meti eg at vit kunnu gerast betri til- at fyribyrgja heldur enn bert viðgera.

Vit vaksnu vita, at tað svára er ein partur av lívinum. Vit vita, at øll hava sítt at stríðast við - og at vit øll skulu fara higani, tá ið okkara tíð er komin.

Men tað vita børnini ikki. Og tað er kanska steinur omaná byrðu, at man fyrstu ferð frættir um deyðan, tá ið mamma skal doyggja. Ella at man fyrstu ferð skilir, at fólk kunnu koma til skaða, tann dagin, tá babba fær skaða. Tá fáa tey tvær kollveltandi nýggjheitir í senn.

Men um vit vaksnu dugdu betur at tosa natúrliga um lív og deyða sum tvær síður av somu søk, - og um vit gjørdu tað á ein hóskandi máta, so trúgvi eg, at børnini høvdu verið betri rustað, tá ið tað ringa so rakti.

Eg veit, at tað er ringt at tosa um. Serliga áðrenn tað hendir. Men tað er so týdningarmikið at tosa um tað svára. Tað er jú tí, at vit øll eru her í dag.

Men vit skulu ikki bara tosa við børnini, áðrenn vanlukkan rakar - ella beint eftir, at okkurt er hent. Vit mugu minnast, at eisini ting, sum eru hend fyri rúmari tíð síðani, framvegis kunnu ávirka og pína. Vera ring at skilja. Og ávirka heimsfatanina.

Herfyri var eg saman við ungum manni, sum hevur mist konuna. Eg hevði verið til jarðarferðina - og var eisini tá saman við honum.

Tá - til jarðarferðina - merktu vit ikki veruliga tørvin á, at vit vóru har. Hann var fattur og sá út til at taka tað pent.

Men tá ið eg herfyri, fáar vikur seinni, aftur var á gátt, var hann púrasta ein annar persónur. Nú hevði veruleikin, tómleikin og sorgin rakt hann. Til jarðarferðina hevði hann mannað seg upp. Men nú - ikki fyrr enn eina tíð seinni - vóru múrarnir falnir. Tað var NÚ - nústani - at hann veruliga hevði brúk fyri, at fólk komu at vitja hann. Tosaðu um konuna. Tordu at vera í sorgini saman við honum.

Men tá ið hann hevði mest brúk fyri tí, ja, tá vóru tey flestu onnur farin víðari og hugsaðu, at tað ringasta nú nokk var yvirstaðið.

Men soleiðis er sorg ikki. Hon hvørvur ikki, bara tí gerandisdagurin byrjar aftur. Tvørturímóti.

Og í hesum verða børnini eyka hart rakt - tað gloyma vit kanska onkuntíð. Men hugsið um tað:

Tey læra, at deyðin eksisterar. Samstundis, sum tey missa onkran kæran. Samstundis, sum tey eisini partvís missa sínar umsorganarpersónar, tí tey jú eisini syrgja - og megna tí kanska ikki at taka sær fult út av børnunum. Samstundis, sum alt huglagið - bæði heima og í nærmasta umhvørvinum - broytist. Ommur og abbar syrgja mangan eisini. Og alt hetta hendir í einum høggi. Frá einum vanligum gerandisdegi - til at alt fullkomiliga umskiftist til eitt sorgarumhvørvi.

Og - líkasum við manninum, sum eg herfyri vitjaði - ja, so kemur tað ringasta mangan ikki fyrr enn væl aftaná, at vit onnur eru farin víðari. Tað kann vara í langa tíð. Kanska altíð.

Tí er tað so altavgerandi, at tit, sum eru um hesi børnini í gerandisdegnum, vísa teimum eyka umsorgan.

Og tað er torført. Serliga, tá ið man ikki er vanur við at tosa um svár evni.

Til tey av tykkum, sum stúra fyri at skula seta hol á hesar sváru samrøðurnar, kann eg sum lækni siga, at.. man venur seg ongantíð við tað - men man kann læra seg at takla tað.

Tað verður ongantíð lætt - men vit kunnu læra okkum at vera í tí.

Eg minnist, tá ið eg sum ungur, nýútbúgvin lækni fyri fyrstu ferð skuldi fortelja eini familju, at sonur teirra, sum var vorðin sjúkur, ikki fór at klára tað. Eg hevði ongantíð roynt tað áður, og tá var tað heldur ikki partur av útbúgvingini.

Brádliga megnaði eg tað ikki sjálvur, “knekkaði” saman. Tí tað ER svárt at sita yvirav fólki, sum eru í knúsi. Sum teppið knappliga verður rykt undan. Men av tí at eg, sum tann professionelli, misti tamarhaldið, kundi eg ikki lofta teimum í støðuni. Eg megnaði ikki at stuðla teimum, tí eg var sjálvur so ávirkaður.

Við tíðini havi eg lært, at man kann læra seg at takla hesar sváru støðurnar. Tær sváru samrøðurnar. Man kann læra seg at vera í tí, sum er tungt.

Tað týdningarmesta er, at man er opin, erligur og tekur sær tíð til at vera til staðar. At lurta.

Og tað allarfyrsta stigið - kanska bæði fyri okkum vaksnu og børnini - tað er, at vit tora at seta orð á tey sváru tingini í lívinum - eisini áðrenn tey henda.

At vit tora at hava tað svára og tað óhugsandi við, eisini tá ið alt er gott.

Sjálvandi skulu vit velja okkara orð við varsemi, og sjálvandi skulu vit passa væl uppá, hvussu vit orða okkum við børnini.

Men tað er kortini betri, at vit vága at siga okkurt skeivt - heldur enn at vit ikki at siga nakað. Tí tøgnin er tað ringasta. Spyrjið bara tey, sum vuksu upp í tí gomlu tøgn-mentanini.

Eg ynski tykkum eina góða og gevandi ráðstevnu. Og enn einaferð: takk fyri, at tit viðgera hetta týdningarmikla evnið, og møta upp fyri at hoyra, hvussu vit øll kunnu gera tað betri fyri tey børnini, sum syrgja. Takk fyri!"