25.05.2022 · Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Iain Stewart á fundi við Magnus Rasmussen

Bretski ráðharrin fyri Skotland, Iain Stewart á fundi við Magnus Rasmussen

Iain Stewart, bretskur ráðharri fyri Skotland, vitjaði í morgun Magnus Rasmussen, landsstýrismann. Á fundinum varð tosað um øki, sum eru serliga áhugaverd at samstarva um, so sum orkumál, handil og samferðsla.

Á orkuøkinum hava Bretland og Føroyar stórar ætlanir og kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Hetta er bæði í mun grøna skiftið á landi og eisini møguleikarnar at leggja orkunýtsluna umborð á skipum um frá olju til vetni ella ammoniak.

Stewart var sera áhugaður at hoyra um flogsambandið til Edinburgh mann fara at verða víðkað, og um aðrar rutur til bretlands verða umhugsaðar .

Tosað var eisini um, hvørjir møguleikar munnu vera fyri at økja um handil og samferðslu landanna millum, og um hvussu gott tað hevði verið fyri ferðavinnuna og yvirhøvur fyri sambandið millum skotar og føroyingar, um ein hóskandi ferja aftur hevði siglt millum londini.

Aftan á fundin við Magnus Rasmussen heilsaði Iain Stewart upp á Una Rasmussen, landsstýrismann, og hildið var fram á fundi um føroysku samferðsluútbyggingarnar.