29.10.2021 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Broytingar í ásetingunum fyri lestrarstuðul

Broytingar í ásetingunum fyri lestrarstuðul

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamál, Jenis av Rana, hevur lýst kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul.

Broytingarnar innibera at:

Ásetta kilometratalið fyri farleið millum heimabústað og skúlan, sum er treyt fyri, at næmingar undir 18 ár kunnu fáa vistarhaldsstuðul, er broytt frá 50 km til 35 km.

Næmingar á háskúlum og eftirskúlum kunnu nú eisini ferðast ókeypis til og frá skúla við Strandfaraskipum Landsins.

Næmingar sum taka gymnasiala miðnámsútbúgving, ið er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, nú kunnu fáa útbúgvingarstuðul.

Seinastu árini hevur Miðnám á Kambsdali luttikið í norðuratlantiskum samstarvi, sum inniber, at miðnámsskúlaflokkur er stovnaður, har føroyskir næmingar luttaka saman við næmingum úr Danmark, Grønlandi og Íslandi. Skúlagongdin er skipað soleiðis, at næmingarnir skifta ímillum hesi londini, og teir ganga á Miðnámi á Kambsdali í eitt hálvt ár.

Við broytingini verða føroyskir næmingar, sum velja henda útbúgvingarmøguleika, javnsettir við næmingar, sum velja vanliga miðnámsskúlan í Føroyum.